Nólsoy - Borðan
Gongutúrur tvørturum Nólsoynna til vitan á Borðuni
Túrurin byrjar við at ganga eftir vegnum sunnanfyri. Beint innanfyri bøgarðin er Korndalur, har sagnkendu Prinsessutoftirnar síggjast.
Slóðir frá gomlum vatnrørum síggjast uttanfyri bøgarðsportrið. Fylgið gøtuni til komið verður til gomlu vatngoymsluna. Her stendur fyrsti varðin, sum staðfestir leiðina. Leiðin gongur suðureftir á vestaru síðu. Gøtan er góð at ganga og fitt av ábøtum eru gjørdar í samband við átakið Closed for Maintenance, seinastu árini.
Á veg niðan verður gingið framvið staðnum, Uppi í Skipi, har tað sigst, at nólsoyingar goymdu seg fyri sjórænarum fyrr í tíðini.
Komin niðan á bakkan er Hvíliplássið, har vanligt er at hvíla seg og njóta vakra útsýnið. Komin nakað suðureftir leiðini er Langabrekka, sum gongur beint fram. Her kann lendið vera vátt í støðum. Umframt varðarnir, eru eisini gjørdar brúgvar út timbur.
Komin suður til Nólsoyar vita sæst stásiligi bygningurin, sum varð reistur í 1893. Vitin hevði eina óvanliga stóra linsu, næstan 3 metrar høg og vigaði umleið 4 tons. Húsini kring vitan vóru upprunaliga bygd til trýggjar familjur, men í dag býr ongin á Borðuni.
Ein annar viti stendur umleið hálvanannan kilometur burtur frá Nólsoyarvita. Tað er hesin, ið sæst lýsa frá Havnini.
Nólsoy - Borðan
Silgt verður við SSL, leið 90, Tórshavn – Nólsoy: https://www.ssl.fo/en/timetable/ferry/90-torshavn-nolsoy/
Parkering, Tórshavn:
Bilurin skal ikki takast við, men skal parkerast í Havnini. Í Nólsoy verður gingið beinleiðis frá bátinum og út á varðagøtuna.
Í Tórshavn er 8-tíma parkering loyvd á ávísum økjum, sí grønu sirklarnar á myndini. Til ber eisini at parkera bilin uttanfyri P-sonuna – víst við reyðu stiblaðu linjunum, har ongar tíðaravmarkingar eru.
Frá parkeringsøkjunum, verður gingið oman til ferguna (M/S Ternan), sum liggur niðri á Kongabrúnni, sum víst við bláa fýrakantinum.
Nólsoy - Borðan
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar