Árligi fuglatúrurin til Suðuroyar

Áhugað/ur í at síggja spennandi flytifuglar í heyst?

Hvørt heyst er møguleiki fyri at síggja sjáldsamar fuglar í Føroyum - ikki minst í Suðuroy, hvar nógvir av teimum steðga á áðrenn leiðina suður um hav.
Tí skipar Fuglafrøðifelagið fyri túri til Suðuroyar vikuskiftið 11-13 okt. Øll fuglaáhugaði eru vælkomin!
Við á túrinum vera royndir fuglakennarar, ið hjálpa við at bæði finna og kenna fuglar í føroysku náttúruni.
Kostnaður fyri luttøku er 350kr fyri limir. Hetta er íroknað uppihald og mat. Gist verður í Vitapassarahúsinum á Akrabergi.
Eisini ber til at fylgjast við okkum eina løtu leygardagin uttan at yvirnátta og eta. Hetta er ókeypis.
Um tú ert áhugað/ur, send eini boð til info@fuglar.fo. Avmarkað pláss er.
Nærri praktisk kunning um túrin fæst við tilmelding.

Bústaður

Akrabergsvegur 18, Sumba

18 Akrabergsvegur

Suðuroy

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar