Barnafilmsfestivalur: Setan
Live-dubbing av barnafilminum Úlvafólk (Wolfwalkers)
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Føroyar fingið ein barnafilmsfestival, BFF. Hetta skal fagnast!
Setanin av Barnafilmsfestivalinum verður í Norðurlandahúsinum, har vælumtókti tónleikabólkurin DJ Kingz byrja filmsfestivalin við einum braki. Undirhald fyri øll børn og barnsligar sálir.
Síðani verður live-dubbað sýning av Oscar-tilnevnda teknifilminum, Úlvafólk.
Snøgt sagt merkir live-dubbing, at meðan tit njóta filmin í biografmyrkrinum, sita leikarar á fremstu røð við mikrofon og pannulykt, og leggja føroyskar røddir til - beinleiðis úr salinum!
Úlvafólk (Wolfwalkers)Filmurin snýr seg um eina unga gentu, sum fer til Írlands við pápa sínum við tí fyri eyga at avoyða seinastu úlvarnar. Her verður hon vinkona við eina djarva gentu úr eini duldarfullari ætt, sum sigst at kunna broyta seg til úlvar um náttina. Filmurn er ein sera flottur animatiónsfilmur og var m.a. tilnevndur ein Oscar fyri besta animatiónsfilm.
Filmurin hóskar seg best til aldursbólkin úr 7 ár
AtgongumerkiUndir 13 ár: 50 kr.Yvir 13 ár: 150 kr.
FyriskipariFilmshúsið hevur tikið stig til barnafilmsfestivalin, hvørs endamál er at geva børnum úr øllum aldursbólkum eina góða filmsuppliving og kveikja teirra áhuga og forvitni fyri filmi á føroyskum.
Um filminUpprunaheiti: Wolfwalkers.Longd: 103 min Framleiddur: 2020.Land: Írland, Luxembourg, Frakland Leikstjóri: Tomm Moore & Ross Stewart.Aldur: 7+
Týðing av handritið til føroyskt: Trygvi Danielsen Leikstjóri: Durita Dahl Andreassen.
Leikarar: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Gunnvá Zachariasen, Hjálmar Dam, Marita S. Dalsgaard
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar