Bókaframløga: Viljin er lekjandi máttur
í Miðlatúni
Kom í Miðlatún tann 4. des. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti um lívið hjá Gunnari Hjelm.
Høvundurin kemur at leggja bókina fram og lýsir Gunnar Hjelm sum ítróttarmann. Ein pisasligan drong, sum hevði sínar dreymar.
Pápin var vátligur, og mamman rýmdi til Danmarkar. Gunnar aftaná stutt eftir.
Á flatlondum fann Gunnar skjótt stevið í eini ítróttargrein, ið føroyingar vistu lítið um. Bodybuilding.
Hann varð skírdur forfeingiligur apukattur í Føroyum, men hann treivst í leiklutinum og vandi hart til donsku meistaraheitini í 1990 og 1995. Besta tíðin í lívi hansara.
Gunnar fekk familju, alt tóktist gangast væl, og tey fluttu til Føroya. Men so fór at ganga aftur á hond, og brotasjógvarnir tóku at skola inn yvir lív hansara.
Hann fótaði sær ikki og hoyknaði.
Men við treiskni og seiggi kom hann aftur á beint. Framtíðin sá aftur ljós út, men so róku enn eina ferð myrk skýggj yvir lív teirra. Tey fingu tvey sjúk børn og mistu annað.
Hetta og mangt annað forvitnisligt fert tú at hoyra um í Miðlatúni 4. des. kl. 20.
Dagfinn og Hjalmar borðreiða við tónleikinum og kaffi er í kannuni
Tað er Hans Egholm sum hevur skriva bókina. Hon kostar kr 348,- í bókhandlum, men fæst til serprís kr 300,- hetta kvøldið.
Bústaður
Hetta tiltakið er skipað av
Miðlatún
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar