Caféin á Mølini er opin

Upplatingartíðir hjá hugnaligu Caféini á Mølini í januar, februar og mars.

Caféin á Mølini er eina vitjan verd - eitt hugnaligt stað at steðga á og fáa sær ein góðan drekkamunn við ómetaliga lekrum heimabakaðum køkum ella eina lætta máltíð. Eisini eru hølini ómetaliga hugnalig, tað er sum at koma inn í eina gamla, fjálga stovu.

Í januar, februar og mars eru upplatingartíðirnar avmarkaðar, tó er opið tey flestu vikuskiftini. Leygardagar og sunnudagar er morgunmatur at fáa frá kl. 9-11 og seinnapart og kvøld er caféin opin.

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur