DansiEksperimentið 2024
Kom og uppliv, hvat okkara eldhugaðu, dugnaligu dansarar takast við í løtuni
DansiEksperimentið er ein árlig, tvørlistarlig verkætlan, ið savnar føroyskar áhuga- og yrkisdansarar á einum felags palli, har alt ber til.
Framførslan er sett saman av ymsum dansibrotum, framleidd av ymsum føroyskum og útlendskum koreografum.
Í ár hevur DansiEksperimentið enn eina ferð gjørt eitt spennandi samstarv við listabólkin Rammatik v/ Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir.
Um DansiEksperimentið
DansiEksperimentið ein árlig verkætlan og dansiskeið, sum byrjaði í 2015. Hvørt ár savnast áleið 50 ungdómar í eina viku við tí endamálið at menna sínar dansiførleikar og vitan um dansilistina. Harafturat mennast tey persónliga og sosialt, og fáa eitt stórt, listarligt netverk. Verkætlanin savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og –koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar, og soleiðis er DansiEksperimentið fyri øll. Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum.
Aldursmark: Børn í skúlaaldri og uppeftir. Tó eru yngri børn eisini vælkomin, um mett verður at tey klára at sita still í 60 minuttir.
Myndatøka: Tóna Fritsdóttir
Stuðlar: Norðurlandahúsið, Tórshavnar Kommuna, Dansifrøi, Mentanargrunnur Landsins, Burn
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar