Djóragarðurin í Kunoy

Ein heimur við alskyns djórum

Í páskafrítíðini hevur djóragarðurin í Kunoy opið 🐈🐑🐭🐁🐀🐹🐰🐇🐾🐢🦎🐍🐠🐌
Hesin djóragarðurin er eitt sindur annaðleiðis enn flest aðrir 😉 Her kanst tú møta nógvum ymiskum djórum og uppliva eitt heilt annaðleiðis spennandi heim, umframt at fáa íblástur til ymiskt kreativt 🎭🎨
Hetta er avgjørt eitt stað bæði til børn og vaksin at vitja 👨‍👩‍👧‍👦
Her eru tropisk djór sum ikki eru so vanlig í føroyum og so eisini tey sum eru vanlig kelidjór. Og hvør veit, kanska okkurt nýtt djór er her, sum ikki varð seinast vit høvdu opið
Og sum vænt, er huglagði várligt og tað er pyntað til páskir.
Eisini ber til at keypa sær kaffi/té/saft og okkurt gott aftur við 🙂 ☕🧃🍪🥧
Og so er ymiskt hándgjørt til sølu eisini. Verið tað seg listarverk, annað kreativt, bundið, ella ymiskt sum setur sín dám í heimið. ✨🧦🧣💡
Vegna serligar umstøður verur ongin túrur á hestbaki hesaferð. Men møguleiki at heilsa uppá eitt ross og geva tí okkurt gott, og kanska busta tí um man vil tað.
Prísir:
Atgongd Vaksin: 50 kr
Atgongd Børn: 25 kr (Børn undir 3 ár, gjalda ikki)
Kaffi/té/saft 10 kr (prísurin kann variera, alt eftir hvat vit hava aftur við hvønn dagin)
Soleiðis er opið:
Mánadagin 14. apríl frá 14 til 19
Týsdagin 15. apríl frá 14 til 19
Mikudagin 16. apríl frá 14 til 19
Skírisdag frá 14 til 19
Langafríggjadag STONGT
Leygardag 19. apríl frá 14 til 19
1. Páskadag STONGT
2. Páskadag STONGT

So er bara eftir at bjóða tykkum hjartaliga vælkomin at vitja okkum, og vónandi hava tit eina góða páskafrítíð

Bústaður

Djóragarðurin í Kunoy

10 Millum Garðarnar

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar