EIVØR útgávukonsertin - "ENN"
Standikonsert - upphiting Jógvan
So er Eivør aftur klár við nýggjari útgávu og útgávukonsert. 14. juni verður nýggja útgávan ENN verður tøk í plátubúðum og á digitalu platformunum. Útgávan verður fylgd upp við drúgvari konsertferð, ið byrjar í Føroyum 30. august.
Eivør stillar upp við fulmannaðum bólki, sum er settur saman av Mattiasi Kapnas, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mikael Blak. Á konsertunum fer Eivør at framføra tey átta løgini á nýggju útgávuni, ið øll eru á føroyskum, umframt onkur eldri løg, ið vit kenna.
Fyrstu grundarsteinarnir til útgávuna vórðu lagdir í Tjørnuvík í 2021, har Eivør og Tróndur vóru á arbeiðslegu. Løgini á nýggju útgávuni hevur Eivør skrivað og framleitt í tøttum samstarvi við Trónd Bogason, Marjuna Syderbø Kjelnæs og í samstarvi við limirnar í bólkinum.
Sjálv greiðir Eivør frá, at hetta nokk er hennara mest fjølbroytta og eksperimenterandi útgáva higartil. Hon lýsir tónleikin sum eina symfoniska rúmdar opera blandað saman við einum myrkum, elektroniskum “beat”-heimi. Fyrsta staklagið Jarðartrá er komið út saman við video framleitt av íslendinginum Einar Egils.
Lurta her, og fá ein forsmakk upp á tað, tú kanst vænta tær til konsertina.
Konsertin byrjar við, at Jógvan kemur at spæla nøkur løg av hansara seinastu útgávu Tøgn, ið varð útgivin í 2023.
Konsertin er ein standikonsert, men nøkur sitipláss eru tó í Klingruni. Fólk við serligum tørvi kunnu seta seg í samband við Norðurlandahúsið og bíleggja sitipláss. Tey, sum hava hesi pláss, skulu venda sær til duravørðin og fáa ávíst eitt serligt pláss.
Kostnaður: 365 kr.
Ung 17 ár og yngri: 265 kr. (avmarkað nøgd)
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar