Emma Holten í Reinsarínum
Hóskvøldið 3. oktober verður bókaaktuella Emma Holten í Reinsarínum í Havn.
Holten gav í vár út bókina ‘Underskud’, sum er bestseljari í Danmark. Hugvekjandi bókin flytur ósjónligu virðini í okkara samfelag fram í ljósmála, og bókin hevur av tí sama eisini provokerað og elvt til hvast orðaskiftið um umsorgan, búskap, løn og javnstøðu.
Í Reinsarínum fer Holten at tosa um alt tað virðismikla arbeiðið, sum av onkrari orsøk ikki passar so væl inn í stirvnu búskaparfakligu excel-skjølini.
Lagt verður fyri við trimum stuttum framløgum um føroysk viðurskifti:
• Barbara Gaardlykke Apol, búskaparfrøðingur, um búskaparliga ójavnan millum kyn og foreldur
• Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini, um triðju vaktina
• Niels Uni Dam, formaður í Demokratia, um javnstøðuviðurskifti úr nýggjari kanning hjá Demokratia
Javnaðarflokkurin skipar fyri. Ókeypis atgongd.
Bústaður
Reinsaríið
7A Tórsgøta
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar