Ferðavinnudagur í Vágum
Ferðavinnuveitarar í Vágum netverka og kjakast um farna árið.
Visit Vágar vil bjóða øllum ferðavinnuveitarum í Vágum til ein ferðavinnudag, har lokala vinnan fær høvi til at hittast til kjak og netverkan.
Áleið 50 ymiskir ferðavinnuveitarar eru í Vágum, og vit hava ein ótrúliga fjølbroyttan skara av veitarum, ið vit ynskja at knýta tættari samstarv við. Við hesum degnum leggur Visit Vágar upp til at stovna eitt lokalt ferðavinnunetverk, so vit saman kunnu standa enn sterkari sum ferðamál.
Leiðarin í Visit Vágum, Bryndis í Dali, fer at byrja dagin við at greiða frá, hvussu Visit Vágar arbeiðir við ferðavinnu, og vil hoyra frá lokalu veitarunum, hvørji ynskir og væntanir tey hava av stovninum.
Vit skipa fyri nøkrum verkstovum, og síðani gera dugnaligu kokkarnir á Hotel Vágum okkum ein góðan bita á middegi.
Tiltakið krevur tilmelding, men er ókeypis og fyri allar ferðavinnuveitarar í Vágum.
Síðsta freist at tilmelda er 18. November á midnátt.
Bústaður
Hotel Vágar
Djúpheiðar 2
Vágar
Hetta tiltakið er skipað av
Visit Vágar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar