Flytifólk í Viðareiðis kirkju
Flytifólk er bólkur við 4 tónleikarum, sum allir eru fluttir til Føroya
Konsert v/Flytifólk í Viðareiðis kirkju
Sunnudagin, 1. desember 2024
Kl. 16:00
Flytifólk er bólkur við 4 tónleikarum, sum allir eru fluttir til Føroya úr ávikavist Bretlandi, Týsklandi og Danmark. Tey spæla tónleik, sum eyðkennir tónleikaran á ferð, so sum Klezmer tónleik úr Eysturevropa, brúðleypstónleik úr Balkan og løg hjá flakkandi Romani sigoynarum. Hesin tónleikurin dregur fram í ljósið, hvussu mentanir hava møtst og ávirkað hvørja aðra, langt áðrenn modernaða alheimsgerðin mentist.
Á konsertini hoyra vit eisini nýggj løg, sum limir í bólkinum hava skrivað.
Daniel Rye - klarinett
Anna Hüdepohl - akkordeon
Torleik Mortensen - bass
James Goodwin – slagverk
Fólkatónleikarafelagið skipar fyri.
Økistónar hevur stuðlað.
Bústaður
Church of Viðareiði
Kirkjugøta 10
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar