Flytifólk

SUMMARTÓNAR 2025: Folk

Flytifólk er bólkur við fýra tónleikarum, sum allir eru fluttir til Føroya úr ávikavist Bretlandi, Týsklandi og Danmark. Tey spæla tónleik, sum eyðkennir tónleikaran á ferð, so sum Klezmer-tónleik úr Eysturevropa, brúdleypstónleik úr Balkan og løg hjá flakkandi Romani-fólki. Hesin tónleikurin dregur fram í ljósið, hvussu mentanir hava møtst og ávirkað hvørja aðra, langt áðrenn modernaða alheimsgerðin mentist.
Á konsertini hoyra vit eisini nýggj løg, sum limir í bólkinum hava skrivað.
Daniel Rye - klarinettAnna Hüdepohl - harmonikaTorleik Mortensen - kontrabassJames Goodwin - slagverk
 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur