Frá royttari ull til klædnasnið og list

Ókeypis tiltak um ull, klædnasnið og list á Heystfagnaðinum í Eiði

Frá royttari ull til klædnasnið og list

Tiltak um føroysku ullina á Heystfagnaðinum

Leygardagin 19. oktober kl. 14.00 – 18.00 verður áhugavert tiltak í Látrinum á Eiði har føroyska ullin verður víst fram, frá royttari ull til sniðgivin pløgg.

Rebekka á Fjallinum og Spinnaríið við Ánna í Skopun vísa, hvussu tey virka ull til tógv á Spinnarínum. Tey selja eisini tógv og vísa fram troyggjur, sum eru gjørdar úr tógvinum hjá teimum.
Troyggjur og hattar hjá Duritu Thomsen úr føroyskari ull og tógvinum frá Spinnarínum við Ánna verða víst fram og seld.

Shisa Brand sýnir fram troyggjur úr 100% ólitaðari føroyskari ull. Møguligt verður at keypa vørurnar frá Shisa Brand.
Ulladukkurnar spinna, tøva, nappa og annað. Hetta er ein livandi framsýning,og høvið verður at spyrja og royna seg við ullavirking.

Filmurin The Wool Islands verður vístur hvønn hálva tíma.
Tiltakið er opið frá 14.00 til 18.00. Umframt føstu framsýningina eru hesi tiltøk á skrá:
kl.15.30 Søguløta fyri børn. Lisið verður úr bókini ’Páll fær vovin klæði’
kl.16.00 Sissal Kristiansen hugleiðir innleiðandi til felags prát um føroysku ullina og hvørji framtíðar stig kunnu takast.

Tiltakið er eitt samstarv millum The Wool Islands og Visit Faroe Islands og er ein liður í verkætlanini Landbúnaðarferðavinna, ið Búnaðargrunnurin eisini stuðlar.

Bústaður

History Museum (Bygdasavnið Látri)

Eysturoy

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur