Geytin 2025
Føroyskt stuttfilmskvøld (og afterparty)
Tiltakið byrjar kl. 19.30, men vit mæla øllum til at koma í góðari tíð.
Reyður løbari, brús í gløsunum og gyltar virðislønir. Aftur í ár savnast filmselskarar og filmsskaparar úr øllum Føroyum, tá umtókta stuttfilmskappingin Geytin fer av bakkastokki. Keyp atgongumerki í dag og ver við til at fagna føroyska stuttfilmslist til Geytan í 2025.
Hetta hátíðarkvøld verður ársins besti føroyski stuttfilmur kjósaður. Vertur er Birgir Kruse. Aftaná tiltakið í Norðurlandahúsinum bjóðar Filmshúsið øllum, ið hava keypt atgongumerki, til afterparty á Hvonn, har DJ Beinta Haraldsen fær dansigólvið at kóka.
Tey tilnevndu eru:
Magni Elias Vang við filminum “Álvara og gaman”
Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre við filminum “EINMIN”
Julia í Kálvalíð við filminum “Faðir mín Faðir”
Sølvi Næs Hoydal við filminum “Glataður tími”
Maria Winther Olsen við filminum “Halt um meg”
Trygvi Danielsen við filminum “Kindregg”
Høgni Egholm Magnussen og Mathias Dimon Næs við filminum “Kvøldvaktin”
Hesi eru í kapping um virðislønirnar Geytin á 40.000 kr, latið av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 30.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.
Og kappingin verður hørð, sum leiðarin av Filmshúsinum, Marjun Niclasen, greiðir frá:
Í fjør lótu fleiri filmsskaparar inn, sum ganga á altjóða filmsskúlum. At talið av ungum undir filmsútbúgving er vaksandi, er eitt støðugt frambrot fyri føroyska filmsframleiðslu, og tað er einki at siga til, at tað eisini er við til at hækka støðið á stuttfilminum. Vit vóna, at hetta ikki heldur sjálvlærdu natúrtalentunum frá at royna seg, men væntast kann, at tað aftur verður ein hørð kapping.
Tey, ið sita í dómsnevndini, við torføru uppgávuni at velja vinnaran av stuttfilmskvøldinum, eru Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk, umframt eitt altjóða filmsumboð.
Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyskari filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri bæði filmsfólk og filmsáhugaði at hittast. Stuttfilmskappingin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar