Gongutúrur og huldusøgur í myrkri
Vit bjóða tær at koma við á eina ferð ígjøgnum viðarlundina í myrkri...
Tað sigst at huldufólkini hvurvu við ravmagninum, tá ljós kom á gøturnar, men hvar fóru huldufólkini, og munnu tey enn finnast í teimum støðum, har ljósið ikki røkkur?
Vit bjóða tær at koma við á eina ferð ígjøgnum viðarlundina í myrkri, meðan huldusøgur verða sagdar, og greitt verður frá ymiskum forniskum sagnarverum. Eisini verður sagt frá ymiskum siðum, sum hava verið tilknýttir teirri gomlu føroysku fólkatrúnni.
Við á ferðini inn ímillum tey bølamyrku trøini hava vit petroleumslampur, sum koma at lýsa okkum vegin og seta dám á frásagnirnar.
Um tiltakið:
Túrar verða gjørdir 2. og 9. februar kl. 19:00.
Byrjað verður frá Sjónleikarhúsinum, og verður væntandi áleið ein tíma til longdar.
Vit viðmæla heit og regntøtt klæðir og góðar skógvar.
Tiltakið er best egnað fyri tey yvir 12 ár og uppeftir.
Avmarkað pláss.
Bústaður
Tórshavn Theatre
Niels Finsens gøta 34
Tórshavn
Hetta tiltakið er skipað av
Visit Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar