Hallur og Kristina - eykakonsert
Ein konsert er útseld. Tíbetur spæla Hallur og Kristina eykakonsert kl. 22.30!
Tað er okkum til mikla gleði, at á sjálvari valentinsmessu, hin 14. februar 2025, koma okkara fremstu country nøvn yvirhøvur – og tað við fleiri bátslongdum – Hallur Joensen og Kristina Bærendsen, at spæla fyri okkum í Mentanarhúsinum.
Her er eitt at gera. Bjóða tær sjálvum og unnustu ella unnusta tínum til eitt super kvøld, sum kann lyfta lagið upp um gyltu ljósakrúnurnar, heilt upp á ljósareyðu skýggini, eftir dapra januar mánaðin.
Men plássið er avmarkað og tíðin er stutt, so tað ræður um at gera skjótt av! Fyrra konsertin varð útseld eftir stuttari tíð, men lukkutíð bar til at fáa eina eykakonsert í lag kl. 22.30
Bústaður
Fuglafjørður Culture House
5 Karvatoftir
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar