ÍSF bjóðar til opið hús á torginum í SMS

Í sambandi við ABC-vikuna bjóðar ÍSF til opið hús á Torginum í SMS

Í sambandi við ABC-vikuna bjóðar ÍSF til opið hús á Torginum í SMS í heystfrítíðini, har tú millum annað kanst royna fimleik, badminton, tennis, inniróður og kurvabólt.

At vera virkin í ítrótti er at liva boðskapirnar í @ABC fyri sálarliga heilsu. Og tað er staðfest, at tað kann hava týdning fyri lívsvirðið, strongdarstøðið og samlaðu heilsustøðuna hjá okkum, tá vit eru virkin saman við øðrum. Og vit vita eisini, at tann góði felagsskapurin hevur so nógv gott og fyribyrgjandi við sær.

Tí brúkar ÍSF boðskapirnar í ABC í nógvum av okkara virksemi. M.a. í samband við Skúlaleikir í skúlum kring alt landið.

Í heystfrítíðini bjóðar ÍSF ymiskar ítróttagreinar inn til hugna og spøl á Torginum í SMS. Har verður millum annað møguleiki at royna fimleik, badminton, tennis, inniróður og kurvabólt.

Tey seta útgerð upp og tey gleða seg at taka væl ímóti stórum og smáum.

Eisini verður myndakrókur við alskins ítróttaútgerð, sum øll kunnu stuttleika sær við.

Vit síggjast!

Bústaður

SMS Shopping Centre

33 R.C. Effersøes gøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur