Jens Klæmint, døtur og versonur

Í mars mánaði er framsýning í Ribarhúsi við Jens Klæmint, døtrum og versoni

Ein hugfarslig, spennandi og ørvísi framsýning letur upp í Ribarhúsi leygardagin 8. mars kl. 16.
Tað er Jens Klæmint Jacobsen, sum kanska serliga er kendur fyri sínar beinraktu karikaturtekningar, og hansara seks døtur og versonurin Sam, sum sýna fram.
Ferinisering verður leygardagin 8. mars kl 16.00-18.00, har Sædis Eilifsdóttir sigur nøkur orð – og kanska syngur onkur eisini…
Øll eru vælkomin.
Jens Klæmint og døturnar hava seinastu árini málað saman. Alt byrjaði við kvøldskúlavirksemi, sum síðani hevur ført við sær, at stovan heima í Norðragøtu er umskapað til eitt atelier minst einaferð um vikuna. Her er Jens Klæmint lærumeistarin og døturnar næmingar.
Hetta hevur støðugt ment seg, og tað eru útvaldar myndir frá hesum hugnaligu løtunum, sum fara at prýða veggirnar í Ribarhúsi komandi vikurnar.
Myndaevnini eru fjølbroytt, alt frá landslagsmyndum til abstraktar myndir og náttúrumyndir.
Framsýningin er opin gerandisdagar allan mars mánaða – tá handilin og húsið er opið

Bústaður

Ribarhús Fuglafjørður

í Støð 14

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur