Jólakonsert við Sway
Kom í jólahýr við spennandi barbershop jazzi frá SWAY!
Tær tríggjar fara at framføra eitt hugnaligt og stuttligt sett av jólasangum, eitt nú frá nýggju jólaplátuni “Jólasoul” sum tær útgeva 6.desembur, saman við Jasmin Mote og Onnu Sofíu Skoradal.
Afturat teimum trimum, hava tær Torleik Mortensen (kontrabass) og Kristian Pauli Ellefsen (klaver).
SWAY er ein jazz trio, kvinnað av Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Tær tríggjar syngja livandi og sera undirhaldandi løg, a capella. Trio'in dregur serligan íblástur frá jazz trio'ini The Andrews Sisters, ið gjørdist kend í 1930. SWAY framførslur eru samansettar við gomlum tilfari, hjá eitt nú The Andrews Sisters og egnum tilfari, ið tær hava skrivað, innanfyri sama stíl.
Síðani tær byrjaðu, hava tær gjørt nógv um seg á ymsum føroyskum pallum. Tær hava arrangerað til - og sungið við - Føroya Symfoniorkestri og Tórshavnar Big Band, umarrangerað og framført eitt lag hjá Eivør saman við henni. Tær hava framført á skúlum kring alt landið við Listaleypinum og sungið fyri Drotning Margrethu. Í 2021 vunnu tær tónleikakappingina Stella Polaris og harafturat hava tær spælt eitt ótal av konsertum kring landið til privat og almenn tiltøk.
Tær verða lýstar sum eitt frískt lot innan føroyska tónleikamentan, við at taka fólk av bóli við sínari karismu og skemtiligu framførslum. Tónleikurin er undirhaldandi og huglagið smittandi, so tað er lætt at skilja, hví tær hava sjarmerað seg inn í tað føroyska hjartað.
Hoyr tær syngja nakrar sangir:
í Glimmur á Káta horninum her: https://www.youtube.com/watch?v=ZZ3tjPjMdzk
í Norðurlandahúsinum her: https://www.youtube.com/watch?v=ZZ3tjPjMdzk
Konsertin í Gulu smiðju er almenn og atgongumerki á 150 fáast við dyrnar.
Ung undir 18 sleppa sum vant inn ókeypis.
Økistónar hava stuðlað.
Bústaður
Gula smiðja
46 Heiðavegur
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar