Jólakonsert við Tórfríð og bólki saman við Gørpum

  • Ókeypis jólakonsert
  • Ókeypis jólakonsert

Ókeypis jólakonsert við Tórfríð og bólki og saman við Gørpum í Sørvági

Jólakonsert við Tórfríð og bólki og saman við Gørpum.

Jólamánaðurin er hugnaligur við øllum sínum pynti, tiltøkum, gleði og gávum, og einki er so gott sum at kunna njóta løtunar saman við vinum og familju afturvið góðum tónleiki og hugna.

Aftur í ár verður ein hugnalig og spennandi jólakonsert í missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
Tónleikaúrvalið er sum altíð fjølbroytt – inniligt, lívligt, útlendskt, føroyskt, lænt og egið, sum t.d. “Hin náttin” og “Størsta gávan”, ið hava verið at hoyrt ofta á jólum, síðani teir vóru givnir út.
Harafturat framføra Garpar nakrar sangir saman við Tórfríð.

Konsertin verður leygardagin 21. des. kl. 16 í missiónshúsinum Libanon í Sørvági.

Aftaná bjóða vit tykkum ein drekkamunn.
Tiltakið er ókeypis. Høvi verður tó at lata gávu til vælgerandi endamál.

Vælkomin á jólakonsert í missiónshúsinum Libanon í Sørvági 21. des. kl. 16.

Bústaður

Missiónshúsið Libanon

28 Traðarbrekka

Vágar

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur