Jólamarknaður í Ribarhúsi
Hugnaligi jólamarknaðurin verður aftur í Ribarhúsi í ár
Hvørt ár fyri jól plagar at vera ein hugnaligur jólamarknaður í Ribarhúsi, sum legst afturat jólasøluni í Piddasahandli. Í ár er jólamarknaðurin leygardagin 30. nov. kl. 11 - 18 og sunnudagin 1. des. kl. 14 - 18.
Her fara kreativar kvinnur at hava egnan sølubás í hugnaligu hølunum, og úrvalið plagar at vera stórt og fjølbroytt. Her finnur tú kanska júst rætta prýði til heimið ella røttu jólagávuna til onkran góðan.
Men tað er eisini hugnaligt bara at ganga millum marknað og handil, og kanska fáa sær ein góðan drekkamunn við góðari kondittarakøku afturvið.
Leygardagin kl. 16 verður harumframt bókaframløga við bókini hjá Gunnari Hjelm, og sunnudagin kl. 15 syngur nýggja gospelkórið í Fuglafirði.
Bústaður
Ribarhús Fuglafjørður
í Støð 14
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar