Klingra í Listastovuni

Søgur, tónleikur og nýggj bók

Tað víðgonda og frígerandi í kvirruni hevur víst seg sera fruktagott fyri bólkin Klingra. Sprottin úr bólkinum Afenginn í 2020, blómar Klingra úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur.

Soleiðis skapar Klingra eitt egið rúm har limirnir við nærlagni rannsaka hvønn krók. Úr hesum rúmi, gjøgnum sprungurnar í veggjunum, seyrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi, klassiskum og elektroniskum tónleiki.

Útgávan ‘...eftir’ sum varð útgivin í 2023 viðgerð royndirnar hjá abba Dánjal sum sjómaður í Grønlandi og Føroyingahavnini, og nemur eisini við sorgarleikin, tá 14 føroyskir sjómenn misti lívið við vesturstrond Grønlands í 1956. Útgávan er ein kenslulig ferð frá sorg til takksemi. Í varliga søgdum yrkingatekstum og rørandi upptøkum av abba Dánjal’s fær útgávan ‘...eftir’ lív.

Konsertin er eisini partur av eini bókaútgávuni „...droplets / dropar...“, ein visuell og hugtakandi bók, sum fylgir útgávuni ...eftir. Hendan 212-síðubókin kannar søgur, minnir og landsløg, ið knýta seg at Føroyum og Føroyingahavnini í Grønlandi. Við eini samanseting av yrkingum, myndum, persónligum frásagnum og siðbundnum føroyskum uppskriftum gevur bókin lesaranum eitt djúpari innlit í mentanina og arvin, ið hevur verið íblástur til tónleikin hjá Klingra.

Bólkurin Klingra er mannaður við:
Dánjal á Neystabø (FO): piano, keys, vocals
Kim Rafael Nyberg (FI): keys, piano, vocals
Heðin Ziska Davidsen (FO): elektronics, guitar
Mikael Blak (FO): bass, elektronics
Per Ingvaldur Højgaard Petersen (FO): drums

Bústaður

Listastovan

Gummaldagøta 2

Vágar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar