Konsert við Konsørn í OY
Konsørn er ein sonisk duoverkætlan mannað av Jan Rúna Poulsen og Mattiasi Kapnas
Konsørn byrjaði á Christianshavn, har teir báðir limirnir vóru grannar. Síðan er bólkurin afturkomin til Føroya at búgva og virka. Fyrsta útgávan, “1418”, varð útgivin á sumri í 2022.
Mattias og Jan Rúni hava báðir lisið á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn á ávíkavíst klassiskum klaveri og klassiskum slagverki.
Tónleikurin er instrumentalur og eyðkendur av einari leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk sløg av klaveri og slagverki umframt til tíðir stórum ísletti av elektronikki.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 21.00.
Bústaður
OY Brewery
4
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar