Konsert við SAKARIS í OY
Kom við til J-Pop hittir og 80-ára glammpopp við SAKARIS
SAKARIS hevur verið ein støðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr poppløgum, líka síðan debutplátuna í 2012.
Hann hevur altíð leverað, líkamikið um framførslan er á G!, til eitt bingo í pensjonistafelagnum ella til ein trettan-ára føðingardag. Í løtuni verður nýggjasta staklagið “Allarbesti" tráspælt í føroyskum útvarpi. Umframt hetta hevur hann eina rúgvu av peppandi hittum í skjáttuni, harímillum “Aalborg”, “Magical Bag of Fun” og so hin víðagitni (í Føroyum) “I Put On This Dress Only for You”, sum hevur ljómað í mangum føroyskum veitslum. Harumframt stendur SAKARIS (í samstarvi við Byrta) fyri eitt av ársins poppløgum 2024, nevniliga nýmótans tulkingina av 80’ara hittinum “Frøknur”.
Tónleikurin hevur verið lýstur sum "J-Pop hittir 80-ára glammpopp, við einum broddi av oyðandi norðurlendskari vantrúgv". Men peppað er tað so altíð. SAKARIS er heilt egin, ljóðið er serstakt, og melodiirnir ótrúliga fangandi.
Atgongumerki kosta 50 kr og konsertin byrjar kl. 21.00.
Bústaður
OY Brewery
4
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar