Konsert við Tórfríð & Niclas Hera í Gamla skúla

Tórfríð & Niclas Heri “í dur & mol”​

Tórfríð & Niclas Heri “í dur & mol”​

Fríggjakvøldið 22. november kl. 20:00 verður ein forvitnislig konsert í Gamla Skúla í Sørvági við Tórfríð Tavsen & Niclas Hera Jákupsson.

Komið og upplivið autentisku konsertina “í dur og mol”, har tú sum áskoðari verður leiddur ígjøgnum eitt hav av tónum og orðum, sum røra allar tínar hjartastreingir.
Á reyðum leypara og við vælkomstdrykki verður tú boðin inn í hugnaliga høll, har tú við sangum og søgum, sum bæði eru í dur og mol, fær eina heildaruppliving av lívinum og øllum teimum avbjóðingum og møguleikum, sum lívið gevur okkum menniskjum.

Ummælir frá undanfarnum konsertum:
"Rørandi, vøkur og samstundis stuttlig konsert"
"Ein fantastisk uppliving, har tú bæði hevur hug at gráta og flenna í kíki."
"Hesa konsert vil eg viðmæla øllum mínum nærmastu"

Sangur og hugleiðingar: Tórfríð Tavsen & Niclas Heri Jákupsson
Á klaverinum: Magni Husgaard

Gásadalsgarðurin stendur fyri søluni undir konsertini.

Dyrnar opna kl. 19:30.

Verið hjartaliga vælkomin til hetta serstakliga hugnaliga kvøldið.

Bústaður

The Old School in Sørvágur

4 Skúlabrekkan

Vágar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar