Lívsins ferð

Útgáva av yrkingasavn og fernisering

“Lívsins ferð”
18. Oktober kl. 17 verður útgáva av yrkingasavninum “Lívsins ferð” eftir Victor á Lakjuni og fernisering hjá Øssur Mohr í Gallarí Á Stongunum í Klaksvík.
Dávur Winther mentanarleiðari, Øssur Mohr og Victor á Lakjuni siga nøkur orð og bróðir Victor, Jógvan á Lakjuni, hugleiðir um yrkingasavnið. Sangframførslur og ábit vera. Øll eru hjartaliga vælkomin. Victor og Øssur eru systkinabørn og eru báðir ættaðir úr Fuglafirði.

Listaframsýningin er opin inntil 6. november og er opin hesar tíðir:
18. okt. kl. 17-20
19. okt. kl. 14-20
20. okt. – 6. nov. kl. 15-18

Bústaður

Gallarí Á Stongunum

13 Stangavegur

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur