Ljósið á Oyruni
Bók um um Hvannasunds kirkju verður givin út
13. november í ár eru liðin 75 ár, síðani kirkjan í Hvannasundi varð vígd.
Henda hátíðardagin ætlar kirkjuráðið at gera væl burturúr, við fleiri ymiskum tiltøkum. Eitt av hesum tiltøkum er útgávan av eini bók, sum lýsir kirkjuna frá tí degi, ið tekningin til kirkjuna var gjørd, og til dagin í dag.
Í bókini, sum ber heitið ”Ljósið á Oyruni”, verður greitt frá tíðini, tá arbeitt var við at útvega fígging og fáa fólk at byggja kirkjuna í 1948. Hóast væl var fyrireikað, tók tað mong ár til kirkjan varð vígd fyri 75 árum síðani, í 1949.
Heitið á bókini sipar til stóra, klára og lýsandi krossin, sum stendur á kirkjuhúsinum, og sum sæst speglast í Sundinum, tá myrkt er.
Rithøvundurin, Snorri Brend hevur, eftir áheitan frá kirkjuráðnum, skrivað bókina, sum hevur 168 síður.
Tiltøk gjøgnum vikuna
Í samband við 75 ára dagin skipar kirkjuráðið í Hvannasundi fyri fleiri ymiskum og spennandi tiltøkum hesa vikuna.
Skráin fyri viku 46 er henda:
Mánadagin 11. november: Barnagudstænasta
Mikudagin 13. november: Bókaútgáva ”Ljósið á Oyruni” - um virksemið í kirkjuni í 75 ár
Hósdagin 14. november: Konsert við lokala bólkinum "Brandar"
Leygardagin 16. november: Ungdómsgudstænasta
Sunnudagin 17. november: Hátíðargudstænasta - Hvannasunds kirkja 75 ár
Bústaður
Church of Hvannasund
Sundsvegur 52
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar