Marjun og Fermingar

konsert í samband við at mentanartiltakið 'skifti'

Í samband við at mentanartiltakið “Skiftið” verður í Kolshøll verður ein konsert við Marjun og Fermingunum.

Í bólkinum er eiðiskvinnan Marjun Wolles og tónleikararnir Bjartur Leo Niclasson, Benjamin Leo Niclasson og Mortan Johannesen. Teir eru ferminingar og tað er har navnið “Marjun og Ferminingarnir” kemur frá.

Tey koma at framføra eina bukett av føroyskum og útlenskum sangum. “Marjun og ferminingarnir” hava framført til nógv ferðamannaskip í summar, so skráin verður lita vøkur av tí. Eisini fara tey at framføra nakrar sangir av fløguni “Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei”.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til konsertina 9. november kl.20:00 í Kolshøll, á Eiði.

Bústaður

Kolshøll

7 Geilin

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar