Mentanarvikan
Mentanarvikan í Runavíkar Kommunu verður 21-27 apríl 2025.
Runavíkar Kommuna bjóðar øllum at vera partur av eini spennandi mentanarviku, sum verður hildin í døgunum 21. til 27. apríl 2025. Í hesum tíðarskeiði verður høvi at uppliva eitt fjølbroytt úrval av tiltøkum í øllum 15 bygdunum í kommununi.
Á skránni eru tónleikatiltøk, framsýningar, kvøldsetur og spennandi verkstovur fyri bæði børn og vaksin. Mentanarvikan er ein samansjóðandi hátíð, har mentan, list og samfelag verða sameind í einum breiðum úrvali av upplivingum.
Kom og uppliv samanhald og skapandi íblástur – í hjartanum av Eysturoynni.
Øll eru vælkomin!
Skráin er at finna á www.mentanarvikan.fo.
Bústaður
Runavík
Runavik
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar