NM 2024 í Olympiskari Vektlyfting
18-20. oktober verður norðurlandameistarastevna í olympiskari vektlyfting.
Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna skipa vikuskiftið 18.-20. oktober fyri Norðurlandameistarastevnuni 2024 í olympiskari vektlyfting í Bylgjuni við Løkin í Runavík.
Fyri tveimum árum síðani eydnaðist Føroyum at fáa limaskap í norðurlendsku vektlyftingssamgonguni, Nordic Weightlifting Federation, NWF.
Og skjótt hevur gingið upp á norðurlendsku veklyftingstindarnar: 2 NM gull, 1 NMJ gull, 22 DM gull, 8 silvur, 12 bronsur, 1 DMJ-gull; 1 DMm gull, 1 EMm silvur. Íalt 48 heiðursmerkir.
Í apríl í ár bórust tíðindini um, at Føroyar eisini høvdu fingið atlimaskap í altjóða vektlyftingssamgonguni, International Weightlifting Federation, IWF.
Umleið 70 vektlyftarar umframt venjarar, dómarar og almenn umboð úr øllum norðurlondum, eini 100 fólk í alt, koma til kappingina í Bylgjuni í Runavík vikuskiftið 18.-20. oktober 2024.
Bústaður
Bylgjan
Eysturoy
Hetta tiltakið er skipað av
Føroya Styrkisamband
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar