Nótabókaframløga við næmingakonsert

Klaverbók til stór og smá" eftir Paula í Sandagerði.

Leygardagin 15. mars kl. 15 verður bókaframløga og næmingakonsert í Hátuni á Tórshavnar Musikkskúla, har ein nýggj nótabók - "Klaverbók til stór og smá" eftir Paula í Sandagerði - verður løgd fram, og klavernæmingar á Musikkskúlanum spæla ymisk av stykkjunum í bókini.

Í "Klaverbók til stór og smá" eru 36 klaverútsetingar av kendum føroyskum sangum, vísu- og kvæðaløgum umframt ymsum av Paulasa egnu sangum og klaververkum. Bárður Jákupsson hevur myndprýtt bókina.

Kaga í bókina her: https://www.calameo.com/read/007329820654004497487

Løgini í bókini eru eftir ein hóp av føroyskum tóna- og lagasmiðjum: Regin Dahl, Hans J. Højgaard, Jóhannus á Rógvu Joensen, Jógvan Waagstein, Hanus G. Johansen, Knút Olsen, Jógvan á Lakjuni, Sámal Petersen, Kára Bæk, Steintór Rasmussen, Anniku Hoydal, Eivør og Eyðun Nolsøe. Føroysku fólkaløgini eru t.d. Regin smiður og Nú liggur ein kavafonn tindi á.

Klaverstykkini í bókini eru á ymsum torleikastigum - frá heilt stuttum og løttum útsetingum av barnasangum til longri og meiri krevjandi klaverstykki.
Nótabókin er ætlað bæði sum eitt føroyskt ískoyti til undirvísing í klaverspæli og sum smá klaverstykki til ein og hvønn at hugna sær við framíhjá.

Pauli í Sandagerði verður til staðar á bókaframløguni, sum er vorðin til í samstarvi við Jóhannes Andreasen, klaverleikara og -lærara.

Á bókaframløgini verður høvið at keypa signerað eintøk av bókini.

Address

Tórshavnar Musikkskúli - Hátún

84 Landavegur

Tórshavn

Event dates & tickets

Date

Price