Pílagrímsferðin - Úr Klaksvík til New Orleans

Fyrilestur í myndum, orðum og tónleiki

Vælkomin við á tónleikaferðina aftur til døpru røturnar í USA og fram til føroysku blómubarnamoldina.
Nú kanst tú hoyra spennandi fyrilesturin hjá Rana Nolsøe um pílagrímsferðina til Amerika, har hann leitar aftur til tann fantastiska tónleikin, sum tók seg upp millum trælirnar og toppaði við Elvis Presley, áðrenn tónleikurin ígjøgnum Radio Luxembourg skolaði inn yvir Føroyar, vakti ungdómin til lívs, og skapti eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin við kioskina hjá Hans, tá harður streymur varð settur á tónleikin.
Kom við til eitt hugnaligt tiltak við fyrilestri og tónleiki, sum verður hildið í samband við nýggju bókina 'Endiliga - rokk tónleikurin er komin til Klaksvíkar', sum verður løgd fram tann 29. mars í 2025.
Við atgongumerkinum fært tú:

• Fyrilesturin í myndum, orðum og tónum
• Bókina tá hon kemur út tann 29. mars 2025

Ung undir 18 hava ókeypis atgongd.

Bústaður

Gula smiðja

46 Heiðavegur

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar