Play Boys & ASA
Leygarkvøldið 8. Feb. kl. 20.30
Play Boys:
Er bólkur stovnaður í 1976.
Tað vóru unglingar uppi undir Varða, sum byrjaðu at spæla tónleik saman av áhuga, men eisini ávirkaðir av spennandi livandi tónleikaumhvørvinum, familju, vinum og kenningum, sum antin spældu ella høvdu stóran áhuga fyri tónleiki.
Bólkurin var mest virkin í 80´unum, har hann spældi til dans og konsertir, mest í høvuðsstaðnum.
Seinni hava limirnir í bólkinum saman, ella hvør sær spælt í óteljandi bólkum, einum hópi av verkætlannum og útgávum, bæði lokalt og internationalt.
Bólkurin er kendur fyri at spæla orkuríkan og svingandi tónleik, sum funk, soul, jazz, blues, har eitt nú Al Jarreau, Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað er á skránni.
Tað eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið.
Tann framúr sangarin James Olsen, er kendur fyri vælsvingandi og skattfullan sang.
Ein karismufullur sangari, sum síðani byrjan, eisini hevur slitið sær nógvu trummupinnarnar, við sínum eyðkenda og sera væl svingandi trummuspælið.
PLAY BOYS
James Olsen, sang
Leivur Thomsen, gittar
Hans Petur í Brekkunum, saksofon
Arnold Ludvig, bass
Rógvi á Rógvu, trummur
ASA:
Djørv, innilig og brutalt erlig. Ása Helena Brynjarsdóttir eitur tann føroysk-íslendska songkvinnan, sum við síni livandi rødd og beinraknu tekstum, bergtekur áhoyrarafjøldina, og bjóðar lurtaranum inn í sítt kensluborna univers, har hon sveimar eftir tabuiseraðum gøtum, og nemir sárbærar spurningar um kærleika, alkoholismu, og hvussu man er vaksin.
Hóast ASA er eitt relativt nýtt navn í føroyskum tónleikarhøpi, hevur hon verið virkin sum sangari og sangskrivari í fleiri ár. Hon framførdi á Húsagongd í Sandavági (2023) og luttók í Sement (2024), har hon tryggjaði sær eitt triðja pláss, og var kosin at framføra á SPOT festival í Danmark.
Bústaður
Tøting
Við Júksnará 9
Eysturoy
Hetta tiltakið er skipað av
Tónleikasamtakið Grót
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar