Play Boys og ASA í Tøting
Orkuríki tónleikabólkurin Play Boys og djarva songkvinnan ASA í Tøting
Tónleikabólkurin PLAY BOYS, við James Olsen á odda, kemur at spæla orkuríkan og svingandi tónaleik, m.a. Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað. Teir eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið.
Ása Helena Brynjarsdóttir (ASA) eitur tann føroysk-íslendska songkvinnan, sum við síni livandi rødd og beinraknu tekstum, bergtekur áhoyrarafjøldina, og bjóðar lurtaranum inn í sín kensluborna hugaheim, har hon sveimar eftir tabuiseraðum gøtum, og nemir sárbærar spurningar um kærleika, alkoholismu, og hvussu man er vaksin.
Atgongumerkið kostar 150 kr, tó bert 100 kr fyri limir í Grót. Tey ið er 18 ár og yngri, og eru limir í Grót, hava ókeypir atgongd.
Ogna tær eitt atgongumerki her: //www.atgongumerki.fo/2842962/play-boys-asa-i-toeting ella við dyrnar frá kl. 20.00.
Tiltakið er ætlað ungum sum eldri, so verið hjartaliga vælkomin!
Bústaður
Tøting
Við Júksnará 9
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar