Regatta 2024

Kom við tann hugnaliga túrin gjøgnum Sundalagið av Eiði til Hósvíkar

Regatta verður fríggjadagin 16. aug 2024.
Kom við tann hugnaliga túrin gjøgnum Sundalagið av Eiði til Hósvíkar.
Í Hósvík verður ymiskt gott á skrá.
🍛 Ruben Busk ger góðan mat
🎶 Livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall, Herborg Torkilsdóttir og Helenu í Kálvalíð.
🎤 Randi Kúrberg heldur røðu.
💃 Hans Jakke & Vinmenn spæla til dans.
Hugni og gott lag ⛵️🤩

#image#(https://vfibackend.com/uploads/regattabrugvin.jpg)

Atgongumerki inniheldur eina Regattablusu, døgurða og morgunmat í Hósvík og ymiskt undirhald á kajøkinum.

Atgongumerki kunnu keypast online, í bygdarhúsinum í Hósvík dagarnar áðrenn Regatta, á Eiði áðrenn fráferð, og við bátahylin í Hósvík, meðan tiltakið er.

Kappróðrarbátar fara av Eiði kl. 15:00.
Motorbátar sigla kl. 15:30.

Siglt verður í fylgi við róligari ferð allan vegin suður gjøgnum Sundalagið. Siglingin er skipað í samráð við bjargingabátar, sum eisini hjálpa til, tá farið verður undir brúnna við Streymin.
Samskift verður umvegis VHF á kanal 8.

Bústaður

Eiði

6 Kirkjuvegur

Eysturoy

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar