Reinhold Friedrich Brass Quintet

Frá Vivaldi til Glenn Miller. Kom og lurta eftir fimm av mætastu messingblásarasnillingunum (DE/DK/UK/NO/BE)

Verkini, sum verða spæld á konsertini hjá Reinhold Friedrich Brass Quintet, fevna um fleiri hundrað ár í tónleikasøguni - frá Back og Vivaldi til Grenn Miller, samstundis sum skráin eisini umboðar tær fimm ymisku tjóðirnar, sum kvintettin umboðar.
Skrá


Johann Sebastian Bach: Brandenburg-konsert nr. 3


Carl Nielsen/Mogens Andresen: Fem præludier fyri messingkvintet


Luciano Berio: Call fyri messing kvintett


Victor Ewald: Messing kvintett nr. 4


Steðgur


John Dowland: Suite


Antonio Vivaldi/Brian Bindner: Trio Sonata í d-moll “La Follia”


Frederik Devreese: James Ensor Suite


Glenn Miller/Dedrick: Glenn Miller Medley


KvintettinReinhold Friedrich Brass Quintet varð stovnað í 2022. Limirnir í bólkinum eru av mætastu messingblásarasnillingum. Kvintettin er hjartamálið hjá heimsgitna trompetleikaranum Reinhold Friedrich, sum hevur staðið fyri at seta bólkin saman við einastandandi tekniskt og listarliga dugnaligum tónleikarum, sum eisini hava eina felags tónleikaliga visjón.
Kvintettin gav í 2024 út fyrstu útgávu sína Unity við Solo Musica. Á útgávuni eru m.a. útseting hjá Brian Bindner av verkinum hjá Antonio Vivaldi La Follia, umframt útsetingin hjá Mogens Andresen av Fem præludier hjá Carl Nielsen, sum er eitt av høvuðsverkunum, sum verða spæld á konsertini.
Kvintettin samstarvar við donsku basúnleikararnar Brian Bindner og Mogens Andresen um at spæla teirra útsetingar.
Limirnir


Reinhold Friedrich (trompet): Altjóða viðurkendur trompetleikari, fastur tónleikari í Lucerne Festival Orchestra og spælir bæði barokktónleik og nýmótans tónleik.


Jeroen Berwaerts (trompet): Belgiskur tónleikari, fyrrverandi tónleikari í NDR Symphony Orchestra, professari á Hanover University of Music, Drama and Media.


Lasse Mauritzen (horn): Fyrsti hornblásari í DR Symfoniorkestri og undirvísir hjá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium.


Ian Bousfield (basun): Fyrrverandi tónleikari hjá Vienna Philharmonic og London Symphony Orchestra, virkin sum solistur og dirigentur.


Thomas Røisland (tuba): Norskur tónleikari, tónleikari hjá DR Symfoniorkestri, hevur samstarvað við Lucerne Festival Orchestra og Berliner Philharmoniker.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar