RSP í OY

19. apríl leggur OY hús til eitt brak av einari konsert.

RSP koma at byrja summarið, og er tað nakað, sum teir eru kendir fyri, so er tað at fáa lív í eina fjøld. Óskikkiliga, ólátaða og skemmtiliga rappið hevur gjørt teir til tann best umtókta livebólkin millum ung. Tann góði stemningurin, ið teir skapa á pallinum, hevur gjørt teir til høvuðsnavn á báðum teimum størstu festivalunum í landinum, nemliga G! festlivalinum og Summarfestivalinum.

Við sær í OY hava teir eisini besta ljósmannin í landinum í Villiami Soo.

Soo hetta kvøldið verður enn einaferð einki spart, og skalt tú sum áhoyrari bara minnast til tað góða humørið. So kann kvøldið bara eydnast tær væl.

Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00 .

Konsertin byrjar kl. 21 og atgongumerki kosta 250 kr.

Keyp atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.

Bústaður

OY Brewery

4

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar