Serstak útgávukonsert við Jósef Zachariassen
Uppliv serstaku útgávukonsertina hjá Jósefi Zachariassen í Fugloy!
Tann 13. septembur bjóðar Jósef føroyingum til Fugloy at uppliva heildarútgávuna, sum hann hevur skrivað og upptikið á oynni. Konsertin er serlig á tann hátt, at hon er ein heildagsferð, sum Jósef vónar at føroyingar vilja taka við honum.
Konsertin verður hildin í vøkru kirkjuni í Fugloy, har Jósef fer at leiða okkum gjøgnum sína ferð í Fugloy.
G.G. Ferðaseðil við bátinum fylgir við í atgongumerkinum til konsertina.
Skráin fyri dagin ljóðar soleiðis:
kl.14.45 Báturin siglur frá Hvannasund til Fugloy (Møtið í Hvannasun í góðari tíð!)
Skipa verður fyri einum gongutúri í Fugloy, sum øll kunnu luttaka á
kl.16.30 Útgávukonsert í kirkjuni
kl.18.00 Kafé - tilber at keypa sær drekkamunn og okkurt at eta á kafé hjá Amaliu
kl. 19.15 Báturin siglur aftur til Hvannasund
Í 2022 fekk Jósef nokk av býarlívinum í Oslo, Noreg og flutti tí til eini gomul familjuhús í Fugloy. Har fekk hann frið at vera til, skriva tónleik og granska seg sjálvan. Jósef fann stóran íblástur í Fugloy - serliga í náttúruni, kirkjuni, kvirruni, og søgunum, honum bleiv fortalt.
Hann skrivaði nógvan tónleik og tekstir, sum hann síðani hevur brúkt 2 ár upp á at arrangera, innspæla og miksa.
Úrslitið er ein heildarútgáva við heitinum ”Fugloy” sum kemur út á allar talgildar stroymitænastur 13. septembur, ígjøgnum Plátufelagið Tutl. Sama dag kemur Jósef heim til Føroya við bólki, at framføra útgávuna fyri fyrstu ferð!
Við í bólkinum eru:
Jósef Zachariassen - Sang og tangentar
Håkon Brunborg Kjenstad - Bratsj og tangentar
Torjus Gravir Klykken - Bass
Amund Kleppan - Trummur
Bústaður
Kirkja
Norðoyggjar
Hetta tiltakið er skipað av
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar