Silvurdrongur (FO)

Í Blábar hevur hann eina spildurnýggja samanseting av tónleikarum við sær.

Í Blábar hevur hann eina spildurnýggja samanseting av tónleikarum við sær. Tað verður ein forvitnislig konsert, bert eina viku áðrenn teir fara til Reykjavíkar at framføra á Iceland Airwaves-festivalinum.

Silvurdrongur debuteraði í 2018 við útgávuni Silvurpláta, sum varð útgivin saman við yrkingasavninum Silvurbók og stuttfilminum 111 góðir dagar. Hetta fjølverk hevði fleiri virðislønir við sær: Ein FMA fyri ársins nýggja navn, ein Geyta fyri ársins besta film og eina Ebbu fyri ritverkið.
Farna summar kom Silvurdrongur við næstu plátuni, ið ber heitið "nú æt eg eftir ánni".
Tónleikurin er fjølbroyttur og samantvinnar sjangrur í samansetingar, sum eru heilt serskiltar og egnar. Plátan er ein ferð eftir ánni í plantasjuni við øllum merkiliga skapningunum, sum halda til har.

Bólkur:
Trygvi Danielsen - vokal
Ragnar Finsson - gittar/mpc
Jan Rúni Poulsen - trummur
Torleik Mortensen - kontrabassur
Andreas Restorff - sello

Bústaður

Blábar

Niels Finsensgøta 23

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur