Tá dirvið svíkur við Agnete Hentze Pichotka
BÓKADAGAR 2024: Útgávutiltak - Oyggin hjá teimum horvnu
Høli: Dansistovan
Longd: 30 min
Rithøvundurin Agnete Hentze Pichotka fer at leggja bókina Oyggin hjá teimum horvnu fram og hugleiða um at skriva sína fyrstu bók. Orðstýrari verður Sara Leonhard Dybvad, lærari og skúlabókavørður í Skúlanum við Streymin.
13-ára gamli Harald býr á Skarvaoyggjunum. Tá abbi hansara hvørvur til sjós í ódnarveðri, setir Harald sær fyri at ganga upp um fjallið og finna kópafólkini. Við hjálp frá teimum kann hann kanska finna abba sín. Men kanst tú líta á tílíkar verur? Og hvat um tær als ikki eru, sum hann helt, tær fóru at vera? Oyggin hjá teimum horvnu snýr seg um, at dirvið kann svíkja, men at tað ongantíð er ov seint at finna tað aftur.
Agnete er vaksin upp í Danmark við føroyskum pápa og hevur ferðast nógv í Føroyum sum barn. Skarvaoyggjarnar eru Føroyar, soleiðis sum Agnete ímyndar sær, at her var í hálvtrýssunum. Men fyri at sleppa at skriva frítt, gav hon Haraldi sínar egnu oyggjar og fylti tær við veruligum havnum, bygdum og søgnum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið. Oyggin hjá teimum horvnu – Skarvaoyggjarnar 1 er fyrsta bókin hjá Agnete Hentze Pichotka. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt, og Bókadeildin gevur út.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar