Tak plássið. Frígev hugin og skapandi evnini
Óstýriligar kvinnur hava tað stuttligari!
Kendi danski sosiologurin Emilia Van Hauen vitjar Varpið við fyrilestrinum: "Tak plássið. Frígev hugin og skapandi evnini"
Tað er ikki uttan orsøk, at tað var ein óstýrilig kvinna, ið setti á aðru bylgju av donsku #metoo rørlsuni. Hon gjørdi í einum upp við trý økir, ið kvinnur nærmast altíð hava verið mettar eftir:
Vakurleika
Seksualitet
Sosialitet
Tær Óstýriligu lata seg nemliga ikki stýra av siðbundnum normum, virðum og atburði, um tað avmarkar kvinnuna ella hennara evnir. Ístaðin er tað eins egni hugur og skapandi evnir, ið stýra.
Tað hava vit sum samfelag tørv á! Hagtøl um strongd, angist, tunglyndi, einsemi og svøvnloysi vísa, at bæði samfelagið og menniskjan, er farið av kós. Og Covid-19 hevur víst, hvussu verðin oftari og oftari møtir “wicked problems” (fløkjasligum trupulleikum), ið krevja nýggjan hugsunarhátt.
Tað kunnu Óstýrligu kvinnurnar! Tær tora at taka plássið og fylgja egnum huga. Koma við sínum íkasti. Skapa eina sunna sosiala mentan í samfelagnum. Við øðrum orðum kunnu tær vera við til at skapa enn betri kor fyri einari verð í javnvág. Fyri øll menniskju og fyri klótuna.
Emilia Van Hauen er sosiologur, fyrilestrahaldari, nevndarlimur, ráðgevi innanfyri strategi, viðmerkjari og rithøvundur.
Sí annars: Forsiden - Emilia van Hauen
Bústaður
Varpið
2 Klaksviksvegur
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar