Tari – ein heilsugóð rávøra í føroyska køkinum

Matfrø(ð)i 2025

Í sjónum kring Føroyar eru alskyns tarasløg, ið eru góð til matna. Ja tarin hevur so nógvir góðir eginleikar, at hann verður mettur at vera megnakostur (“superfood”).

Á verkstovuni, 10. mai, seta vit sjóneykuna á føroyska mattaran:

Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur og taraserfrøðingur, fer at greiða okkum frá livandi og góðskaðum tarasløgum og vistskipan og burðardygd í náttúruni, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, dietistur, fer at fortelja okkum um kostfrøði – hví tarin er heilsugóður – og leggja okkum lag á við leskiligari gerandismatgerð við tara.

Verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð.

Luttøkugjaldið er 400 kr íroknað mat og tilfar. Er skeiðið fultteknað ring á Húsarhaldsskúlan 216974 og kom á bíðilista

Bústaður

Húsarhaldsskúli Føroya

Stoksoyravegur 29

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar