Varandi heimur

  • Varandi heimur

Ráðstevna og framsýning um orkuskifti.

Endamálið er at sleppa av við alla olju á landi í 2030, ráðgeva fólki um orkuskifti og vísa, hvat virki og stovnar gera fyri at fremja orkuskiftið.

Millum evnini, sum verða umrødd á ráðstevnuni, eru m.a. sól-, vind- og sjóvarfalsorka, elveitingarlóg, burðardygd og grøn orkunýtsla og spurt verður ma., hvussu vit kunnu fremja grøna orkuskiftið eins og hvussu vit fáa skipaflotan til at vera grønan.

Millum fyrilestrarhaldararnar eru m.a. landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, Sigurð í Jákupsstovu frá Umhvørvisstovuni, Ari Johannesen frá Elveitingareftirlitinum, Súsanna Berg frá Vinnuhúsinum, Regin Jacobsen frá Bakkafrosti, Terji Nielsen frá SEV, Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni, Mouritz Mohr frá MEST, Johnny í Grótinum frá Búskaparráðnum, Jón Kragesteen frá FNU, Tórbjørn Jacobsen frá Kommunufelagnum, Páll Rói Poulsen frá felagnum Stórbilar og mong onnur.

Bústaður

Høllin á Giljanesi

4 á Giljanesi

Vágar

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur