Veiða Vind

Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen framføra ævintýrið Veiða Vind

Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen framføra ævintýrið Veiða Vind

4000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Varpinum og í Norðurlandahúsinum.

Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen fer at fortelja tykkum ævintýrið Veiða Vind. Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Verkið, sum Kári Bæk hevur skrivað, er vorðið ein varði í føroysku tónleikasøguni og er m.a. framført í Íslandi og í Onglandi.

Ein almenn konsert verður í Varpinum í Klaksvík, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum í Havn. Harafturat verða 10 konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.

Á konsertini verða eisini onnur løg á skrá, tónleikur sum tit hava hoyrt áður og kenna væl.

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu.



Komponistur: Kári Bæk Søga: Rakel Helmsdal Tekningar: Janus á Húsagarði

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Annfinnur Heinesen
Tíð: Sunnudagin 6.apríl kl. 16.00
Stað: Varpið
Kostnaður: Vaksin 185 kr., børn 4-12 ár 85 kr.

Bústaður

Varpið

2 Klaksviksvegur

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar