Vestanstevna

Vestanstevnan verður í Sørvági frá 18.-20.juli 2025

Vestanstevnan verður sum vant bæði fríggjadag, leygardag og sunnudag.

Vestanstevnan byrjar við skrúgongu fríggjadagin. Annars verður tónleikur og hugni á Stakka. Tivoli opnar og matsøla verður.

Leygardagin verður kappróður á fjørðinum, tivoli og annað heima í bygdini. Tónleikur, felagssangur og dansur um kvøldi.

Sunnudagin verður tivoli, matsøla og kvøldseta.

Vit gleða okkum til eina hugnaliga stevnu.

Meira kunning um vestanstevnuna kemur seinni :D

Bústaður

Sørvágur

Vágar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur