Vestmenn á Reinsarínum
Vestmenn teljast millum svervektararnar innan føroyskan tónleik
Leygardagin 30. novembur yvirtaka Vestmenn Reinsaríið. Er tað nakar tónleikabólkur, sum hevur sett Vestmanna á Føroyakortið, so er tað Vestmenn.
Fyri knøppum 40 árum síðani kom útgávan Brot á marknaðin. Ein útgáva, sum bleiv til ein varða í føroyskari tónleikasøgu. Árið var 1983, og 39 ár seinni verða løg sum ”Ró” og ”Eg siti so eina” enn spæld í útvarpi og til veitslur. Og tá tónleikurin enn er aktuellur 40 ár seinni, so er tað eitt greitt tekin um góðsku!
Men Vestmenn góvust ikki har. Síðani Brot kom út, hava Vestimenn útgivið enn fleiri varðar og klassikarar. Tak tildømis hittini í kána eitt kvøldið, motormani og leygarkvøld í Havn.
Vestmenn teljast millum svervektararnar innan føroyskan tónleik, har teir hava lagt eina rúgvu av varðum eftir seg. Varðar, sum tú nú sleppur at uppliva á Reinsarínum, har bæði ljóð og hugni gongur upp í eina hægri eind.
Bústaður
Reinsaríið
7A Tórsgøta
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar