Vinnurák um Broytingarleiðslu

Bituff bjóðar til Vinnurák um Broytingarleiðslu.

Hví skal nakað broytast? Hvar byrjar ein broyting, og hvussu fært tú starvsfólk at taka undir við broytingini?

Høli: Norðurstova
Longd: 3 tímar (við steðgi)

bituff bjóðar til Vinnurák um Broytingarleiðslu. Hesaferð er tað Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, ið fer at leiða Vinnurákið.

Hans Petur fer at greiða frá, hvussu hann hevur arbeitt við leiðslu og broytingum uttan leiðsluútbúgving, og hvussu hann síðan hevur brúkt sína leiðsluútbúgving. Hann fer m.a. at koma við dømum um, hvat hevur riggað væl og hvat hevur riggað minni væl og hví.

Sum ungur arbeiddi Hans Petur sum professionellur tónleikari og undirvísari, men seinastu 18 árini hevur hann arbeitt sum stjóri í ávikavist Føroyahúsinum í Keypmannahavn og síðan í Føroya Symfoniorkestri.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar