24 Apr
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Orkukvøld

x
Book now
Tiltak um orkusparing. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst.

Tann 24. apríl verður forvitnisligt tiltak í Norðurlandahúsinum. Vit koma at hoyra um nýmótans húsabygging, har dentur verður lagdur á orkubrúk og inniumhvørvið. Tá ið tosað verður um nýmótans húsabygging er neyðugt við nýhugsan, altso hvussu byggja vit eini nýmótans, vælbjálvaði hús og samstundis fáa eitt gott inniumhvørvi, uttan fukttrupulleikar og blámusopp?
Og kann húsið sniðgevast soleiðis at vit spara enn meiri orku?
Á skránnið verða 4 áhugaverdar framløgur, har møguleiki er at seta spurningar millum framløgurnar. Framløgurnar koma at snúgva seg um nýbygging og umbygging, umframt hvørji krøv eru galdandi. Harafturat, sum nakað nýtt, fara vit at hyggja eftir veruligum
dømum úr Føroyum, har tú og eg koma at síggja hvar stóru upphæddirnar eru at spara, umframt hvat hetta merkir fyri inniumhvørvið.

Skrá:
Kl. 19.00 – 19.10 Vælkomin

  • Gunn Hernes, Stjóri, Norðurlandahúsið

Kl. 19.10 – 19.30

  • Orka! Hvat er tað? Hvussu kann hon gagnýtast best?
  • Anna Thomsen, Byggitøkningur, Orkuverkfrøðilesandi
  • Magnus Thomsen, Entreprenør, West – Trading

Kl. 19.30 – 19.50

  • Upphiting av búðvídd
  • Magnus Thomsen, Entreprenør, West – Trading

Kl.19.50 – 20.00

Fróðskaparsetur Føroya, Lærari og lesandi kunna um Orkuverkfrøði og hvussu henda útbúging kann verða við til at loysa orku avbjóðingarnar.

Kl. 20.00 – 20.20

Steðgur

  • Møguleiki fyri góðum práti og kaffi fæst til keyps.

Kl. 20.20 – 20.30

Glasir, Lærari og lesandi kunna um Byggfrøði/tøkni og hvussu hesar útbúgvingar kunnu verða við til at loysa orku avbjóðingarnar.

Kl. 20.30 – 20.55

  • Jaligar royndir

Sethús:

  • Søren Antoft, Kemiverkfrøðingur
  • Eyðun Eliasen, Sjálvstøður vinnurekandi, Arkitektur

Vinnubygningur:

  • Petur Magnus Bjarnastein, Stjóri, Simme Musikhús
  • Edward Heen, Stjóri, Almannaverkið

Kl. 20.55 – 21.20

  • Reglugerðin BK-17
  • Magnus Thomsen, Entreprenør, West – Trading
  • Ragnar Mouritsen, Sjálvstøður vinnurekandi, Verkfrøðingur

21.20 og úteftir

Takka fyri

Avsluttandi prát og spurningar verða svaraðir

Í Steðgunum er møguligt hjá áhoyrarum at ganga millum forvitnisligar básar, sum umfata orku, bygningar og el-bilar. Evnini á básunum viðvíkja evnunum í framløgunum, umframt hetta verða hesi evnir tikin upp:

SEV kemur at svara spurningum viðv. differentieraðum el prísum, í mun til hitapumpur og el bilar, umframt hvør útgerð krevst.

Generelt um el bilar, hvat er tað fyri nakað?

Tiltakið er eitt samstarv ímillum Norðurlandahúsið og Áhugabólkinum “Grøn Orka – Bygningar og Framleiðsla”.

 

Melda til her

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

24 Apr 19:00

Price

Book now Free