Túrur við gongufelagnum niðan við Tíggjará, inn í dalin og oman til Kaldbaks
Sunnudagin 27. oktober verður tað túrurin niðan við Tíggjará, inn í dalin og oman til Kaldbaks.
Hetta er ein miðal túrur (brøtt mótbrekka fyrsta hálvan tíma, annars lætt)
Gingið verður í uml.4 tímar
Fari verður við bussi av Bursatanga kl. 10.00
Minnist til heit klæði og gonguskógvar, ein góðan matpakka og reiðan pening.
Kostnaðurin verður 100 kr. fyri hvønn.
Tilmelding í seinasta lagi leygardagin 26.oktober kl. 13 hjá Visit Tórshavn á tel: 30 24 25 ella á teldupost: torsinfo@torshavn.fo
Upplýs vinarliga navn og telefonnummar.
G.G. Túrurin er fyri limir. Ynskja tygum at gerast limur, vinarliga seti tygum í samband við Visit Tórshavn.
Address
Bursatangi
Bursatangi
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
27 Oct 10:00
Price
100 DKK