29 Jul - 30 Aug
Norðoyggjar
2775 DKK
Søga & arvur
Náttúra & uttandura

Á flot við familjuni í Hvannasundi

x
Book now

Føroyski báturin gevur góðar møguleikar til at taka lut og læra, ikki minst hjá børnunum. Tá siglt verður kanst tú seta teg aftur í rong at stýra bátinum, ella passa viðfestismotorin. Tú kennir, at náttúran kemur tættari og sært sjófugl. Toyggir tú teg út um stokkin kanst tú nerta sjógvin.

Túrurin byrjar í Hvannasundi, og siglt verður norðureftir, til økið vestanfyri Viðareiði. Tað eru fleiri góð fiskimið. Komin á fiskileið verður motorin sløktur og tráðurnar tiknar fram. Á floti kanst tú vera heppin at fáa fleiri ymisk fiskasløg, so sum tosk, hýsu, hvíting, kongafisk, longu, upsa og makrel!

Á túrinum leita vit eisini tætt inn undir land, har tú kanst síggja gjáir og helli, har til ber at sigla inní. Onkur søga man hóska til løtuna.

Ríkar eru upplivingarnar á floti!

Address

Hvannasund


740 Hvannasund
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

29 Jul - 30 Aug Every: Wed
Sun

Price

Book now

2775 DKK